| Fyltur lundi | |
4 fólk
4 lundar Fylla 200 g av margarini 200 g av sukri 250 g av hveitimjøli 1/2 tesk. av bakipulvuri 4 egg 150 g av rosinum Sker høvd, veingir og vel av lundanum. Tak innvølin og krikan úr og vaska síðani lundan væl. Seyma fyri hálsin og fyll. Fylla Rør margarinið og sukrið væl. Rør síðani eggini í, eitt í senn, rør væl ímillum hvørt. Sálda mjølið og bakipulvurið í og rør síðani rosínurnar í. Koyr fylluna í lundarnar og seyma aftur. Prika lundarnar væl og koyr teir í kókandi løg við salti í. Kóka í 1-1 1/2 tíma. Í staðin fyri at koyra fylluna í lundan kanst tú pakka hana inn í staniol í 4-5 pakkar og leggja teir oman í lundarnar í grýtuni. (Jónhild Henriksen, Góðaráð, 1987) |
|
| Du finner denne oppskriften igjen på: http://tradisjoner.no/oppskrift639.html |
|